Amr. ævintýr filmur frá 2008.
Eitt ár eftir at børnini vóru og vitjaðu í Narnia, eru tey nú aftur í fantastiska ríkinum. Men tey gerast skjótt varug við, at eftir tíðarrokningini í Narnia eru liðin 1.300 ár síðani tey vóru har seinast.
Ímeðan tey hava verið burtur, er nógv hent í Narnia. Narnia er hertikið av Telmarinarinum og verður nú stýrt at ónda konginum Miraz.
Tey hitta skjótt unga prinsinum Caspian. Caspian er noyddur at goyma seg, tí pápabeiggin, Miraz kongur, hevur lova at beina fyri honum. Hetta tí, at hann vil at hansara egni nýføddi sonur skal yvirtaka trónuna í Narnia.
Leikarar: Ben Barnes, Georgie Hemley, William Moseley og Skandar Keynes o.fl.