Frumsýning. Amr. drama frá 2009
Familjan hjá Brian og Saru, verður meint rakt av eini vanlukku, tá ið dóttir teirra Kate fær at vita, at hon hevur kreft. Um Kate skal hava nakran møguleika at yvirliva, má hon fáa mergflutning. Men tað er ongin í familjuni, ið er hóskandi gevari.
Í ráðaloysi avgera Sara og Brian at fáa eitt barn afturat, við tí vón, at nýfødda barni er hóskandi merg-gevi. Men ymiskar moralskar tvístøður hótta við at oyðileggja familjuna.
Og tá ið døtturin, Anna, gerst varug við at hon var fødd við eittans endamálið, at leingja um lívið hjá systrini, avger hon at stevna foreldrini. Hon vil hava rættin at avgera, at hon sjálv skal kunna ráða yvir egnum kroppi.
Leikarar: Sara Fitzgerald: Cameron Diaz, Anna Fitzgerald: Abigail Breslin og Campbell Alexander. Alec Baldwin. Brian Fitgerald: Jason Patric. Kate Fitzgerald: Sofia Vassilieva. Dr. Farquad: Emily Deschanel.