Frumsýning.
24 kendir danir verða ílatnir heldur øðrvísi klæðir og verða smurdir so mikið, at tey ikki eru til at kenna aftur. Síðani gera tey stuttligar, undirhaldandi og nasadjarvar uppgávur, og verður alt tikið upp við goymdum myndatólum.
Í fyrstu sendingini eru tað ítróttar-verturin Jes Dorph-Petersen og stylisturin Dennis Knudsen, ið skulu royna seg.
Jes Dorph-Petersen verður broyttur til at verða ein elskandi rastafari, ið sleppur øllum afturhaldni og lesur yrkingar fyri øllum hann hittir. Og Dennis Knudsen fær fólk at renna út úr handlinum hjá sær, nú hann verður broyttur til ein heldur óðan grønmetis-keypmann.