Peter Ingemann, ið er vertur í sendingini "Hammerslag", hevur sett saman eina sending við stuttligastu, bestu, dýrastu, bíligastu og mest áhugaverdu býlum, ið hann hevur vitja seinastu átta árini.
Vit síggja brot ið eru upptikin undan og eftir fíggjarkreppuna, og tað verður greitt frá ymiskum stuttligum hendingum, ið eru komnar fyri í sendingini - eisini tá myndatólið er sløkt.