Televarpið

Hachiko - Ein vinur fyri lívið

Leygardagur 15. september kl. 11:05 TV2

Amr. familjufilmur frá 2010

Parker Wilson er professari, og hvønn dag ferðast hann við toki til arbeiðis. Ein dagin sum hann ferðast við tokinum, gerst hann varugur við ein hundahvølp. Hann ger av at taka hann við sær heim, hetta hóast at konan ikki metir hetta at vera eitt gott hugskot.

Tey nevna hundin Hachiko, og gerst hann ein stórur partur av lívinum hjá Wilson. Og sum tíðin gongur, gerast konan og døtturin eisini góð við hann. Hachiko fylgir Parker til tokið hvønn morgun, og er eisini á tokstøðini tá hann kemur aftur. Men tann eina dagin hann stendur og bíðar, er ikki alt sum tað plagar, tí Wilson er ikki við tokinum.

Leikarar: Parker Wilson: Richard Gere, Cate Wilson: Joan Allen og Ken: Carl-Hiroyuki Tagawa. Andy: Sarah Roemer. Carl: Jason Alexander. Jasjeet: Erick Avari. Mary Anne: Davenia McFadden. Michael: Robbie Sublett.

Deil á Facebook   
  • BEINLEIÐIS FÓTBÓLTUR