Amr. skemti/kærleiksfilmur frá 2007.
Charlie Logan er ein evnaríkur tannlækni, men hevur ávísar trupulleikar við kærleikslívinum. Tað er oftast so, at tær kvinnur hann gerst góður við fáa hug á næsta manni, ið tær hitta.
Men Charlie hevur so at siga ongantíð verið heilt ástartikin av teimum kvinnum hann hevur møtt, og tí ger tað honum ikki tað stóra tá ið tær fara frá honum til annan mann. Men tá ið tað frættist at tað ber til at finna rætta makan, eftir at ein hevur verði saman við Charlie, gerst hann alt betri umtóktur. Men at vera so nógv avhildin krevur sín mann.
Og mitt í øllum hesum rokanum hittir hann brádliga eina kvinnu, ið gott kundi hugsast at verða hansara dreyma-kvinna.
Leikarar: Dane Cook, Jessica Alba.