Televarpið

Falling Down

Leygardagur 15. desember kl. 20:00 TV3+

Amr. spenningsfilmur frá 1993.

William Foster er ein heilt vanligur maður, ið livir eitt heilt vanligt lív. Men tá ið hann ein heitan morgun situr fastur í trafikkinum í Los Angeles, byrjar eitt flogkykt at reika um hann. Hetta gerst dropin, ið fær bikari at flóta yvir. Hann gerst frá sær sjálvum og fer frá at vera ein miðal hampa maður, til at vera ein harðligur yvirgangskroppur og drápsmaður. Hetta tí at hann gerst varugur við, at alt lívið hjá honum er miseydna.

Løgreglumaðurin Pendergrast, ið ætlaði at njóta sín seinasta arbeiðsdag sum løgreglumaður, er maðurin, ið verður settur at steðga hesum svaka manninum, ið ger um seg í Los Angeles.

Leikarar: D-Fens/William Foster: Michael Douglas. Prendergast: Robert Duvall. Beth: Barbara Hershey.Mrs. Prendergast: Tuesday Weld. Sandra: Rachel Ticotin.

Deil á Facebook