Televarpið

Dokumania: George Harrison -  Living In The Material World

Mikudagur 11. juli kl. 21:05 Kringvarp Føroya

Amr. tónleikasending frá 2011.

Kendi Hollywood-leikstjórin og tónleika-elskarin Martin Scorsese hevur gjørt sendingina um George Harrison. Gjøgnum hansara eygu uppliva vit, hvussu The Beatles sóu dagsins ljós. Eisini fáa vit innlit í listaligu ósemjurnar og andaligu ferðirnar umvegis tilfar úr søvnum og samrøðum við Beatlarnar, umframt samrøður við ein hóp av livandi og deyðum vinfólkum og listafólkum, so sum Eric Claptoon, Eric Idle, Terry Gilliam, Yoko Ono, Phil Spector, Tom Petty og mong onnur.

Ein hjartanemandi søga um eitt lív við list, sum verður fortald afturvið nøkrum av heimsins bestu tónum.

Lagt til rættis: Martin Scorsese.

Deil á Facebook