Televarpið

Dags Dato: Gølu-tíðindabløðini avdúkaði

Týsdagur 21. august kl. 21:30 TV2

Tey bretsku gølu-tíðindabløðini eru illa gitin fyri teirra trong til at skapa gølur. Tey avdúka – ella finna uppá – alt frá sex-lívi hjá kendum til ótrúskap hjá politikarum.

Men nú verður sjóneykan sett á hesi tíðindabløðini. Vit fáa eitt innlit í arbeiðshættir hjá hesum tíðindafólkunum, har stórt sæð alt er loyvt.

Við í sendingini eru millum annað: sjónleikarin Hugh Grant, fyrrverandi politikarin John Prescott og fyrrverandi spunasmiðurin hjá Tony Blair, Alastair Campbell.

Upprunaheitið: Tabloids! Anything for a scoop...

Deil á Facebook