Skotin, yvirlivdi og tilreiðar.
Allur heimurin fylgdi við sorgarleikinum, tá ið ein suðurkoreanskur lesandi drap 32 næmingar á fróðskaparsetrinum Virginia Tech í USA. Eftir at hann í ein tíma hevði læst seg inni á skúlanum, tók hann sítt egna lív.
Ein av teimum næminginum, ið var særdur, men kom frá hendingini við lívinum, er Colin Goddard. Hann hevur síðani lagt nógva orku í at fáa hert amerikansku vápna-lógina. Hetta hevur hann gjørt við at nýta Facebook, savna undirskriftir og skipa fyri mótmælisgongum í Washington.