Televarpið

Champions League: Innleiðandi dystir

Mikudagur 8. august kl. 19:00 TV3+

Beinleiðis fótbóltur.

Champions League undankappingin er farin í gongd, og mikudagin eru tveir innleiðandi dystir at síggja á TV3+.

FCK skal leika dyst á útivølli móti belgiska Club Brügge. Seinast liðini hittust endaði dysturin við málleysum javnleiki. Undansending er frá kl 18:30, og byrjar sjálvur dysturin kl 19:00.


Kl 21:20 er stórdystur á skránni, tá ið Barcelona og Manchester United hittast til dyst. Hetta verður uttan iva ein spennandi og undirhaldandi dystur við stór leikarum so sum Lionel Messi, Andrés Iniesta, Xavi, Jordi Alba, Wayne Rooney, Nani, Anders Lindegaard o.fl.

Deil á Facebook