Televarpið

Blades of Glory

Sunnudagur 7. oktober kl. 11:25 Kanal 5

Amr. skemtifilmur frá 2007.

Listskoyturennarirnir Jimmy MacElroy og Chazz Michael Michaels eru arvafíggindar og eru teir beinir mótsetningar. Jimmy er tann fitti ljóshærdi drongurin, og Chazz er tann freki.

Jimmy og Chazz fáa bann fyri at renna á skoytum, av tí at teirra fíggindaskapur endar við bardaga, tá ið teir báðir luttaka í OL. Báðir fáa teir heiðursmerki til kappingina, men fara teir til hendurs tá heiðursmerkini skulu handast. Jimmy livur nú av at selja skoytur, og Chazz endar sum rúsdrekka misnýtari.

Men tað skal vísa seg, at teir hava ein møguleika fyri at skoyta aftur. Teir hava nevniliga bert fingið bann fyri at skoyta sum einstaklingar, men tað er onki í forðar fyri, at teir fara til par-kappingar. Men tað er alt annað enn lætt, at fáa hesar báðar at arbeiða saman.

Leikarar:
Chazz Michael Michaels: Will Ferell
Jimmy MacElroy: Jon Heder
Stranz Van Waldenberg: Will Arnett
Fairchild Van Waldenberg: Amy Poehler
Darren MacElroy: William Fichtner
Venjari: Craig T. Nelson
Hector: Nick Swardson.

Deil á Facebook   
  • BEINLEIÐIS FÓTBÓLTUR