Donsk sending frá 2012. Fyrsti partur av átta.
Anne er farin til ”The Big Apple”, og fer hon í átta sendingum at greiða frá mongu spennandi matstovunum í býnum, umframt at greiða frá um amerikanska mat-mentan.
Í fyrstu sending hyggur hon nærri at hvussu amerikanarar eta morgunmat, og hvørjir siðir eru knýttir at hesum. Og so vitja hon eina kenda matstovu í býarpartinum Harlem. Matstovan er serliga kend fyri sín framúr ”Soulfood”.