Amr. dokumentar-røð frá 2011.
Amerikanskar sjónvarpsrøðir hava í fleiri enn 50 ár verið ein spegil av tí amerikanska samfelagnum og hava, ofta á stuttligan hátt, kunna rørt við eym evnir so sum politikk, mentan, religión og uppruna. Í fyrstu sending av fýra, verður hugt nærri at faðir-leiklutum.
Faðir leikluturin hevur broytt seg frá Robert Young og hansara klóka patriarki í “Father Knows Best” frá 50 árunum, til tann illa ørvitisknokkin Archie Bunker í “All in the Family”, til teir ikki so væl-virkandi páparnar í okkara tíð í røðum sum “The Simpsons”, The Sopranos” og “Mad Men”.
Eitt undantak var miðskeiðis í 80 árunum við “Cosby Show”, sum mitt í eini tíð við nýggjum familju-samansetingum, vendi aftur til tann klóka patriarkin, sum við kærligari og vissari hond leiddi sína deiligu, men avbjóðandi familju.
Upprunaheitið: America In Primetime