Televarpið

22. juli-konsert

Sunnudagur 22. juli kl. 19:00 Kringvarp Føroya

Um alt Noreg minnast tey í dag hópdrápini í Oslo og á Utøya fyri einum ári síðani, tann 22. juli 2011. Norska kringvarpið sendir bæði í sjónvarpi og útvarpi frá teimum mongu minningarhaldunum.

Dagurin endar við eini konsert á Ráðhúsplássinum í Oslo klokkan 19 føroyska tíð. Konsertin verður send beinleiðis á NRK, og Kringvarp Føroya samsendir konsertina frá klokkan 19 til 20.30.

Deil á Facebook