Televarpið

Kunning

Dagføring til nýggja TV0001 móttakaran. Sí http://tv.fo/forrit/ftT001

Fótbólturin sæst í Televarpinum

Mikudagur 3. apríl kl. 11:00

Vilt tú síggja sum mest av fótbólti komandi kappingarár, er Televarpið besta loysnin, tí bæði Champions League, Premier League og FA Cup verða víst á rásum, sum Televarpið sendir
Seinastu árini hevur SBS sent frá Premier League. Fyrr í vetur yvirbjóðaði Viasat og vann hendan rætt at senda frá øllum dystunum. Sostatt kann spenti fótbóltsfjepparin síggja allar Premier League dystir komandi kappingarár í Televarpinum – bæði leygardag, sunnudag og mánadag á rásunum TV3+, 6’aranum og nýggju TV3 SPORT 2.
TV3 Sport 2 er nýggj rás, sum byrjar á Televarpinum áðrenn næsta kappingarár. Umframt Premier League verður tennis, boksing og motorsportur at síggja á hesi rásini.
Viðvíkjandi Champions League, har bestu fótbóltsliðini í øllum Evropa kappast, er eingin broyting, tí TV3+ framhaldandi hevur fyrstarættin at senda frá evropakappingini fyri meistaralið.

Deil á Facebook