Nýggj dagføring til FT001-HD móttakaran

Dagfør móttakaran við geyma

Nýggj dagføring frá 29-11-2012 til FT001-HD móttakaran er tøk her :

Fyri at dagføra móttakaran kanst tú taka hesa fílu niður á ein geyma.
Legg fíluna beinleiðis á rótina á geymanum, tvs. ikki í nakra mappu.

1. Tendra televarpsmóttakaran og set geyman við fíluni í
2. Trýst á [Menu] á fjarstýringini, og far undir [Settings], trýst [OK]
3. Nýt pílarnar at fara undir [Software Upgrade], trýst [OK]
4. Far undir [USB-STB upgrade] og trýst [OK]
5. Trýst píl yvir til [Software] og trýst [OK]
6. Vel [navnið á geymanum] og trýst [OK]
7. Finn [fíluna] á geymanum, vel hana og trýst [OK]
8. Trýst á [Start] og á [OK]

Nú fer dagføringin í gongd. Skuldi tað hent, meðan fílan verður innlisin, at hon er skadd ella ikki hóskar til móttakaran,
so koma boðini “Error reading the USB disk/Brek í USB diski”. Trýst á [OK] og dagføringin steðgar.

Tá dagføringin er liðug endurstartar móttakarin. Møguliga skalt tú aftur velja mál, Danskt ella Enskt.


Download FT001 bin ( Útgáva 1.2.5.7304 )