Ofta spurdir spurningar

Hvussu nógva breiðbandsferð havi eg tørv á?

Tá tú hyggur at Televarpinum um breiðbandið, brúkar Televarpið upp til 5 Mbit, so tú skalt minst hava eitt 10 Mbit breiðbandshald fyri at hava nakað eftir til aðra internetferðslu. Ynskir tú at síggja Televarpið á fleiri tólum samstundis, er neyðugt at hava hægri ferð á breiðbandinum. 4 tól samstundis krevja tískil 20 Mbit.

Hví virkar ikki at hyggja á telduni?

Televarpið á netinum er krypterað og krevur ein serstakan spælara, sum í løtuni virkar best á Internet Explorer og ikki á Chrome og øðrum kagum. Tí viðmæla vit Internet Explorer, og hann fært tú her 
Tá ið tú hevur tikið Internet Explorer browsararan niður og hevur installerað hann, finnur tú spælaran her. Tá ið spælarin er installeraður, er gjørligt at síggja Televarpið á telduni.

 

Vit hava fyrr viðmælt Firefox, men vegna broytingar hjá Firefox, í nýggjastu uppdatering er hetta ikki møguligt longur. Vit arbeiða tó við einum nýggjum avspælara, sum kann brúkast á fleiri ymsum kagum og kunnu vit vónandi lata upp fyri hesum innan stutta tíð.

Hvussu fái eg Televarpsappina?

Appin til Televarpið er tøk til IOS og Android. Trýst á leinkið niðanfyri fyri at taka appina niður.
App Store:

Hvar kann eg síggja Televarpið á netinum?

Til ber at hyggja eftir Televarpinum á upp til 5 tólum samstundis. Tú kanst hyggja at Televarpinum í sjónvarpinum, á snildfonini (iOS og Android), á teldlinum (iOS og Android) og á telduni

Windows og Mac riggar bert á Internet Explorerbrowsara – Tak Internet Explorer niður her. Tá ið tú hevur tikið Internet Explorer browsararan niður og hevur installerað hann, finnur tú spælaran her. Tá ið spælarin er installeraður, er gjørligt at síggja Televarpið á telduni.

Eg fái ikki nýggju appina fram?

Tað kann koma fyri at, tú ikki fært ta nýggju appina fram, um tú hevur eitt tól, ið hevur Android. Hetta kemst av, at tólið, tú brúkar, hevur eina stýringsskipan, sum er eldri enn 5.0.

Tann nýggja appin klárar ikki at koyra á einum Android-tóli, sum koyrir á eldri stýringsskipanum. Hetta kemst av, at Google ikki uppdaterar webviewarin á eldri stýringsskipanum, og tí kunnu tólini ikki brúka HTML5, ið nýggja appin koyrir á. Eisini hevur hetta nakað við tryggleikan at gera, av tí at webviewarin ikki verður uppdataraður.

Um so er, at Android versjónin er av einum eldri slagi, kann appin virka kortini, tó við avmarkaðum møguleikum og við einum gomlum sniði.

Hvørjar rásir síggi eg á netinum, sum eg ikki síggi í sjónvarpinum?

Hesar rásir eru at síggja

í Stórapakkanum:

  • DR-k
  • Cartoon Network
  • CNN
  • Comedy Central
  • Viasat Hits
  • ViasatExplorer
  • Viasat History
  • Viasat Nature

Í Grundpakkanum og Familjupakkanum:

  • DR-k
Hvussu fái eg Televarp?

Um tú vilt hava Televarp ber til at fara inn á eitt av sølustøðunum kring landið og velja tær tað hald, sum hóskar best. Trýst her fyri at koma til sølustøð


Haldið: Fyri at fáa Televarp mást tú hava samleikaprógv við. Koyrikort ella pass eru best. Skrásetingin verður framd á staðnum. Fyri at fáa Televarp skal gjaldsavtala stovnast umvegis GS. Tá skrásetingin á netinum er framd verður sáttmáli skrivaður út í 3 eintøkum. Ein til tín, ein til sølustaðið, og ein til Televarpið.


Móttakarin: Móttakaran kanst tú keypa á sølustaðnum.

Hvussu nógv kostar Televarpið?

Televarpið bjóðar trý ymisk hald: Grundpakkin, Familjupakkin og Stóripakkin.

Les meira um pakkanar her

Sama hvønn pakka tú hevur, kanst tú eisini hyggja at Televarpinum á snildfon, teldli og teldu, har tú um breiðbandið kanst hyggja at øllum rásunum í tínum haldi.

Umframt mánaðarliga pakkagjaldið er kortleiga upp á kr. 38,- ið verður lagt afturat mánaðargjaldinum.

Gev gætur: Tað er ikki ein treyt at hava Televarpspakka fyri at síggja Kringvarp Føroya. Ein pakki frá Televarpinum frítekur teg ikki fyri, umframt gjøld til Televarpið, at rinda møguligt lógarfest hyggjara- og/ella lurtaragjald til Kringvarp Føroya.

Hvør útgerð krevst heima?

Fyri at síggja Televarpið krevst ein vanlig UHF útiantenna, sum kann taka rás 21 til 69. Antennan skal peika so beint sum gjørligt móti Televarpssendaranum í økinum, har tú býr. Sýnið til sendaran skal sjálvsagt eisini vera so frítt sum til ber. Sí yvirlit yvir sendistøðir her


Inniantenna v/forstyrkjara kann í summum førum nýtast, men Televarpið mælir til at nýta útiantennu. Afturat tí, at inniantenna ikki gevur eins sterkt og reint signal til móttakara/sjónvarp, sum útiantenna, so órógvast hon eisini av ymsum signalum í rúminum, t.d. fartelefonsignali.

Hvat um allar rásirnar ikki eru at síggja á listanum?

Um tú ikki sært allar rásirnar á listanum, kann tað vera, tí trupulleikar eru við tínari antennu ella innstillingum. Kanna signalstyrkina. Er hon umleið 80 %, kanst tú lesa rásirnar inn av nýggjum. Kanna fyrst, hvørjar rásir eru burtur.


Rásyvirlitið sæst her. Um rásirnar, sum er burtur, liggja á sama frekvensi, kann ein frekvensur vera óvirkin. Ring tá til Televarpi á 340 340 fyri at fáa nærri kunning.

Hví mangla nakrar rásir í móttakara mínum?

Ein frágreiðing kann verða at tín móttakari ikki hevur nóg gott antennusignal. Sí spurning um antennusignal. Hetta kann hava við sær, at tá rásirnar verða lisnar inn í móttakaran, koma ikki allar rásirnar inn.

Signal styrkin varierar, alt eftir hvat slag av móttakara kundin hevur. Sí hvat er gott antennusignal.

Sí longur niðri, hvussu tú kannar antennusignalið

Sí longur niðri, hvat er gott antennusignal

Eg eri flutt/ur og havi sett Televarpsmóttakaran til aftur, men nú stendur "Intet signal" á sjónvarpsskíggjanum. Hví?

Orsøkirnar kunnu vera fleiri. Tað kann antin vera at tú hevur skeiva antennu, ella at tú ikki hevur lisið frekvensirnar (týddirnar) inn frá tí sendaranum, sum tú nú skalt móttaka signal frá.

Nulstilla móttakaran sambært brúkaravegleiðing til móttakaran/flatskermin og les rásirnar inn av nýggjum. Um tú býrt í øki, har møguleiki er fyri at fáa signal frá fleiri sendarum, mælir Televarpið til at rásirnar verða lisnar inn manuelt. Tá fært tú brúk fyri sendistøð yvirlitinum Trýst her.

Um tú framvegis hevur "Intet signal", vinarliga kanna antennuviðurskiftini á nýggja bústaðnum.

Hví stendur "Ingen adgang - Ingen kort" á sjónvarpsskíggjanum?

Kanna fyrst at haldarakortið situr í móttakaranum, og um tað situr rætt í. Í flestu móttakarum skal kortið venda við baksíðuni upp (á baksíðuni er strikukota og kortnummar) og endin við flísuni fyrst inn.

Í onkrum føri krevst ávís kortseria til móttakaran, t.d. um móttakarin er av slagnum Digiality T-2001 CX. Ring til Televarpið á tel 340340 fyri at fáa nærri kunning tí viðvíkjandi.

Um kortið situr í einum CA-moduli í flatskíggjanum skal chippið venda ímóti forsíðuni á modulinum, soleiðis at strikukodan á tv-kortinum og modulinum eru á somu síðu. Strikukodan vendir inn ímóti skerminum, og chippið móti veggnum.

Í ávísum førum kunnu vera trupulleikar at fáa uppdaterað kortið í einum CA-moduli ella at fáa tað at virka saman við sjónvarpinum. Um so er ber til at fáa staðfest við t.d. at seta kortið í ein annan mótakara.

Hví stendur "Kortet har ikke rettigheder at dekode" á sjónvarpsskíggjanum?

Her eru tríggjar møguligar orsøkir:

1. Tað kann vera tí at rásin ikki er við í tí haldinum, sum tú rindar fyri. Rásinnihaldið í hvørjum pakka sær, er at síggja her.

2. Tað kann vera tí at haldarakortið ikki er dagført. Hetta kann standast av, at kortið ikki hevur verið brúkt í eina tíð, t.d. vegna eina ferð í útlandinum. Dagføring av kortinum fer í gongd, so skjótt móttakarin/flatskermurin verður tendraður. Vel eina av rásunum, sum er í tínum ráspakka (ikki galdandi fyri fríu rásirnar Rás 1 og SvF), og lat standa frá í uml. 30 min. Um ikki rásirnar tá síggjast, er 3. orsøkin møguliga uppá tal, ella kortið og móttakarin mugu kannast nærri. Ring til Televarpið á tel 340340 fyri at fáa fleiri upplýsingar.

3. Tað kann vera, at haldið er í eftirstøðu og at haldarakortið tískil er stongt. Ring til Televarpið á tel 340340, um ivamál er um inngjaldingar og eftirstøðu. Er kortið stongt, verður tað latið uppaftur, so skjótt eftirstøða er goldin.

Hvat kann eg gera tá fráboðan á skerminum sigur "Ugyldigt kort"?

Tá sigur skipanin frá, at kortið ikki er góðkent. Eitt mistak kann vera hend undir skrásetingini. Ring 340 340 og greið frá trupulleikanum.

Hvussu kanni eg antennusignalið?

Televarpskassan FT001-HD og TV HD-2

Trýst tríggjar ferðir á "Info" kanppin. Niðast í rútinum síggjast tvey signaltøl fyri styrki og kvalitet. Vísa tølini 80-90% er signalstyrkin er góð.

Hvat er gott antennusignal?

Byrja við at hyggja í yvirlitið: Í hesum bygdum/býum sæst Televarpið
- Trýst her


Vissa tær at møguleiki er at síggja Televarpið í bygdini/býnum, har tú býrt.

Fá til vega eina útiantennu, sum tekur rás 21 til 69 á UHF bandinum.

Eru fleiri móttakarar/sjónvørp, sum skulu taka signal frá somu antennu, kann vera at tú fært brúk fyri einum antennuforstyrkjara.

Televarpið mælir til at brúka útiantennu heldur enn inniantennu.

Hvørjar rásir deila pláss og nær?

Nickelodeon og VH1 deila pláss. Nickelodeon sendir frá kl. 05.00 til kl. 17.00, og VH1 sendir restina av tíðini.

DR Ramasjang og Viasat Family deila eisini pláss. DR Ramsjang sendir frá kl. 05.00 til kl. 19.00, og Viasat Family restina av tíðini.

Kann eg brúka mítt gamla sjónvarp til tann nýggja móttakaran?

Ja, øll sjónvørp kunnu brúkast til Televarpsmóttakararnar. Kaðal at seta ímillum sjónvarp og móttakara fylgir við í eskjuni, tá nýggjur móttakari verður keyptur.

Fleiri av teimum nýggjastu sjónvørpunum hava HDMI-inngongd í staðin fyri scart-inngang, her ber til at keypa kaðal við HDMI at seta ímillum.

Hvat er kontonummarið hjá Televarpinum?

Hesi eru kontonumrini hjá Televarpinum:

Bank Nordik: 6460-164.696.8

Eik: 9181-137.928.5

Suðuroyar Sparikassi: 9870-101.911.3