Netvarpið óvirkið á teldu (PC/MAC)

Góði kundi

Okkara avspælari til Televarpið á teldu (PC/Mac), er steðgaður við at virka á Firefox kaganum, hetta er komið eftir seinastu uppdatering hjá Firefox (version 52).
Orsøkin til hetta, er at Firefox hevur valt, at steðga við at supportera plugin avspælaran hjá okkum í teirri síðstu uppdatering.

Tú kanst tó framhaldandi brúka Televarpið á netinum (PC/Mac) á fylgjandi hátt:
Um tú brúkar eina Windows teldu kanst tú:
   • Skifta til Internet Explorer kagan (versión 10 ella 11)
      o http://www.microsoft.com/da-dk/download/internet-explorer.aspx
ella
   • Taka Firefox Extended Support Release (ESR) 32-bit niður. Hann kann takast niður her:
      o  https://www.mozilla.org/en-US/firefox/organizations/all/

Um tú brúkar Mac, kanst tú:
   • Taka Firefox Extended Support Release (ESR) 32-bit niður. Hann kann takast niður her:
      o https://www.mozilla.org/en-US/firefox/organizations/all/

Møguliga er neyðugt hjá tær at taka avspælaran niður umaftur. Hann kann takast niður her:
   • http://tv.fo/vegleidingar/plugin

Hetta eru sjálvandi fyribilsloysnir og arbeiða vit uppá at finna eina betri loysn, har tað verður lættari hjá tær at hyggja eftir Televarpinum á telduni. Akkurát nær hendan loysnin er komin uppá pláss, kunnu vit tíanverri ikki siga nakað um beint nú, men vit kunna tykkum um hetta, so skjótt vit vita meir.

Tá ið hetta er komi uppá pláss verður tað møguligt at síggja Televarpið á telduni á fylgjandi kagum:

Windows:
• Firefox
• Chrome
Mac:
• Firefox
• Chrome

Orsaka, Televarpið