800MHz

Nú byrjar síðsta stigið í umleggingini, ið Televarpið hevur gjørt seinastu tíðina.

Síðsta stigið í umleggingini tryggjar, at 4G/LTE netini hjá fjarskiftisveitarunum ikki koma at ávirka sjónvarpssambandið. Tað eru nøkur, sum verða rakt av hesum, og tí er neyðugt hjá teimum at seta eitt sokallað LTH-filtur á sjónvarpskaðalin. Filtrið tryggjar, at sjónvarpssambandið ikki verður óstøðugt.

Hevur tú fingið eitt filtur við postinum, heita vit á teg um at seta filtrið upp á skjótast gjørligt, tí annars kanst tú vænta óstøðugt sjónvarp framyvir.

Fjarskiftisveitararnir eru so smátt byrjaðir at tendra 4G/LTE á frekvensinum 800 Mhz, men fyribils er bert tendrað har, sum tað ikki ávirkar sjónvarpssambandið, og har sum filtrini longu eru útleverað.

Vit koma leypandi at kunna teg um, hvar 4G/LTE verður tendrað. Tískil heita vit á teg um at halda eyga við órógv á sjónvarpssambandinum.

Á tv.fo/vegleidingar finnast ymiskar vegleiðingar um, hvussu tú setur filtrið upp, og hvussu tú setur nýtt stikk á ein sjónvarpskaðal.

Góð ráð
Televarpið mælir til at brúka útiantennu heldur enn inniantennu.
Eru fleiri móttakarar/sjónvørp, sum skulu taka sjónvarpssignalið frá somu antennu, tørvar tær kanska ein antennuforstyrkjara. Ein antennuforstyrkjari skal setast tætt við antennuna, áðrenn signalið verður dempað vegna kaðallongd og fordeiling.

Tá ið filtrið skal setast upp á, skal tað sita millum sjálvum sjónvarpskaðalinum og áðrenn splittara/forsterkara/sjónvarp.